Gosfjallið Copahue, sum er á markinum millum Argentina og Kili, byrjaði at goysa í dag, og myndugleikarnir hava lýst Neuquen-landspartin í Argentina og BioBio-landspartin í Kili í tilbúgvingarstøðu. Jarðfrøðingar í báðum londunum halda eygað við gosinum, men teir siga, at enn er ov tíðliga at siga, hvussu umfatandi gosið verður.
Fyribils hava myndugleikarnir ikki givið fólki boð um at flyta, men flogfeløg, sum flúgva har á leiðini, hava fingið boð um at vísa varsemi, skrivar AP.
Í fjør var eitt eldgos longri suðuri í Kili. Tá máttu umleið 600 fólf flytast burtur, og fleiri hudrað flogferðir máttu avlýsast.