Eldgos í Russlandi

Fyri fyrstu ferð í 36 ár er eitt av teimum kendu gosfjøllunum í Russlandi farið at gera vart við seg aftur. Tað er fjallið Plosky Tolbachik, sum er á Kamtjatka-hálvoynni har eysturi í landinum.

Teir seinastu fjúrtan dagarnar hevur gosfjallið sent øsku millum fýra og fimm kilometrar upp í luftina, og grótbræðingin rennur oman av fjallinum eystantil.

Russiski jarðfrøðistovnurin sigur, at hann heldur eygað við gosinum, og myndugleikarnir hava ávarað fólk ímóti at fara fjallinum ov nær.

Hetta er tað fyrsta gosið í Tolbachik-Vulkanen síðani 1976.