Fyri fyrstu ferð í meiri enn 50 ár er gosfjallið Puyehu, sum er har suðuri í Kili, farið at goysa. Sagt verður, at fjallið sendir nógva øsku og nógvan royk einar 10 kilometrar upp í luftina, og myndugleikarnir eru í ferð við at flyta meiri enn 3.000 fólk burtur frá fjallinum.
Reuters skrivar, at øska úr gosinum rekur inn yvir grannalandið Argentina, og at myndugleikarnir hava hava verið noyddir at lata ein flogvøll aftur orsakað av øskuni. Samstundis hava myndugleikarnir í báðum londunum stongt marknavegirnar har á leiðini.
Puyehu goysti seinast í 1960.










