Leikurin, sum bólkurin bjóðar seg fram við er leikurin um kenda ævintýrið "Eldførið" hjá H.C. Andersen.
Hetta er ein barnaleikur, sum tað tekur um hálvan tíma at spæla. Við í leikinum eru bert tveir leikarar, so trupult skuldi ikki verið at ferðast við leikinum. Leikstjóri er Elin á Rógvi.
Tey, ið hava áhuga fyri leikinum, kunnu venda sær til skrivstovuna hjá Meginfelag Áhugaleikara Føroya.