Eldfimar landsstýrislønir aftur á breddanum

Í eini roynd at forða fyri báli og brandi, hvørja ferð lønirnar hjá landsstýrismonnum skulu takast upp, skal ein nevnd við serkønum setast at viðgera lønarviðurskiftini hjá løgmanni og landsstýri. Nevndin skal dagføra lønirnar eina ferð hvørt valskeið

LØNARNEVND

Nú ger løgmaður aftur eina roynd at fáa loyst eldfima málið um løn og eftirløn hjá landsstýrismonnum.
Hann hevur lagt eitt uppskot fyri løgtingið, sum hevur til endamáls »at tryggja løgmanni eitt dygt og væl grundað tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna«. Løgmaður vil hava heimild at seta eina nevnd við trimum fólkum, sum ikki eru løgtingsmenn, landsstýrismenn ella fólk, sum eru í starvi í fyrisitingini. Nevndin skal geva løgmanni eitt tilmæli um løn og eftirløn, ið tekur støði í tignini og ábyrgdini, sum liggur í størvunum.

Ringar royndir
Løgmaður er helst vorðin klókur av skaða, tí hann hevur ringar royndir av at finglast við lønarspurningin hjá sær sjálvum og sínum landsstýrismonnum.
Í mars 2001 legði hann eitt uppskot fyri løgtingið um broyting í lønarviðurskiftunum hjá landsstýrismonnum, sum hevði til endamáls at javnseta eftirlønina við hana hjá løgtinginum. Men millum aðru og triðju viðgerð kom eitt broytingaruppskot, sum gjørdi uppskotið afturvirkandi heilt aftur til 1951.
Hetta elvdi til mikla øsing og umtalu millum fólk, og undirskriftir vóru innsavnaðar, sum mótmæltu, at tingmenn góvu sær sjálvum eftirløn við afturvirkandi megi. Ført varð fram, at tingmenn lóggóvu í egnan lumma.
Málið var tikið aftur, og løgmaður vendi aftur til upprunaliga uppskotið, sum ásetti, at lógin bert fekk gildi fyri løgmann sjálvan og landsstýrismenn, sum tóku sæti eftir valið í 1998.

Forðar endurtøku
Nú vil løgmaður sleppa undan, at sama søgan endurtekur seg, og tí vil hann hava eina nevnd, sum javnan tekur lønarviðurskiftini upp til dagføringar.
? Nýskipanin við hesum uppskoti er, at løgmaður frameftir eina ferð í hvørjum valskeiði fær eitt væl grundað tilmæli, sum ikki er heft at áhugamálum í politisku skipanini, at nýta sum grundarlag fyri støðutakan um, hvørt lógaruppskot um broytingar í samsýningum og eftirløn landsstýrismanna skal setast fram, sigur Anfinn Kallsberg løgmaður í viðmerking til uppskotið.
Við uppskotinum biður løgmaður um pengar til hesa serligu nevndina, og roknað verður við, at hon fer at kosta umleið 100.000 krónur tað árið, tilmælið verður latið.