Elddópurin var tungur

Byrjanin hjá føroyska kvinnulandsliðnum var alt annað enn góð í fyrsta dystinum, men í seinna hálvleiki ressaðust okkara, og sýntu, at knotur eru í

Føroyar-Svøríki 34-12 (14-2)


Tað skuldi gerast tungur burður, tá føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fór á vøllin til fyrstu altjóða uppgávu sína.

Mett varð framman undan, at svenska mótstøðan ivaleyst var nakað væl sterkari enn føroyska liðið, og fyrstu løtuna skuldi tað eisini vísa seg, at bitin tóktist vera alt ov stórur hjá føroysku gentunum.


Bíðaðu í 18 minuttir

Fyrsta málið hjá okkara gentum kom ikki fyrr enn í 18. minutti, og tá svenska liðið tá longu hevði skotið níggju mál, var so at siga allur spenningur tikin úr dystinum.

Føroyska spælið úti á vøllinum sá annars ikki so galið út, men tá tað ráddi um at skjóta mál, vóru okkara eiðasørar.

Hetta varð eisini undirstrika av, at ikki færri enn fýra brotskøst á rað vórðu misnýtt, umframt at leikarar í leysari skotstøðu misnýttu. Antin við at skjóta á væl leikandi Jenny Lindblom í svensks málinum, ella varð skotið við síðuna av málinum.

Einki er at ivast í, at um føroyska liðið hevði skorað okkurt málið hesa fyrstu løtuna, hevði talan verið um heilt øðrvísi dyst fyri okkara viðkomandi.


Tók trýstið

Sum nevnt, so skuldu ganga 18 minuttir, áðrenn fyrsta føroyska málið kom á talvuna. Fyri úrslitiði hevði hetta einsamalla málið kanska ikki so nógv at siga, men tað var sjónligt, hvussu hetta ávirkaði okkara leikarar.

Hetta tók broddin av trýstinum á leikarunum, og tað var sjónligt, at óttin fyri at spæla gjørdist minni eftir hetta.


Sálarliga tungt

Í ítróttahøpi verður ofta tosað um týdningin av sonevndum »succes-upplivinum«, og eina slíka fingu føroysku genturnar fyrstu løtuna av seinna hálvleiki.

Meðan svenska liðið bert fekk hitt eina málið hesa fyrstu løtuna, skutu okkara trý, og nú kom spæligleðin av álvara fram hjá okkum. Tær høvdu í eina lítla løtu prógvað fyri sær sjálvum, at tær væl kundu vera við til at mynda dystin, og nú var hetta eisini tað, sum tær vildu.

Sóleyð Mikkelsen var komin á vøllin, og tað var skjótt greitt, at hennara virðing fyri svium ikki var eins ovurstór, sum hon var hjá fleiri av liðfeløgunum.

At føroyska liðið soleiðis royndi at svara aftur, sá ikki út til at hóva teimum svensku serliga væl. Við Åse Erikson á odda royndu tær nú at seta ferðina enn meira upp. Hetta eydnaðist sum so eisini, men tað var tó framvegis líkt til, at okkara megnaðu at fylgja við høgu ferðini, sum nú kom í dystin.

Í øllum førum megnaðu tær framhaldandi at fylgja við leikferðini, og í roynd og veru vóru tað okkara, sum skutu fleiri mál fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki.

Høga leikferðin kostaði tó okkara rættiliga fitt av kreftum, og hetta kom eisini aftur um brekku seinasta partin av dystinum.

Orkan rakk nevnliga ikki eins langt sum viljin, og nógv heldur óneyðug mistøk vóru nú at síggja. Álopini vórðu ikki avsluttað á rættan hátt, og ístaðin kundu tær svensku gera sær dælt av fleiri skjótum mótálopum hesa seinastu tíðina.


Brotskøstini ávirkaðu

Sum nevnt, so var tað serliga fyrsta partin av dystinum, at okkara tóktust tyngdar av nervum.

Í alt vórðu seks føroysk brotskøst misnýtt, og einki er at taka seg aftur í, at úrslitið varð øðrvísi, um mál fingust burtur úr hesmum.

Tað var eisini sjónligt, at misnýttu brotskøstini gjørdu sítt til, at enn meira trýst varð lagt á okkara. Eins og tær brádliga høvdu mist ein hvørja trúgv um, at tað veruliga kundi lata seg gera at skjóta mál yvirhøvur.

Tíbetur vunnu tær á hesum óttanum, og tá hetta fyrst varð gjørt, tóktust tær als ikki at vera so nógv verri enn mótstøðuliðið, sum ein annars kundi verið bangin fyri.


Huglagið broyttist

Undir øllum umstøðum, so var huglagið á áskoðarunum broytt mundandi, tá dysturin varð liðugur, um samaborið verður við støðuna í hálvleikinum.

Tá vóru fleiri, sum nærum hildu føroyska avrikið vera flovisligt, og at máltalvan vísti 2-14 stuðlaði eisini upp undir hetta tosið. Eftir dystin vóru flestu áskoðararnir tó á einum máli um, at hetta var nú kanska ikki so galið allíkavæl. Samanborið varð við úrslitini hjá fótbóltslandsliðnum fyrstu tíðina, har onkur stórtap eisini vóru á skránni, og við menningi av hesum i huga, mundu tey flestu nú halda, at landsliðið hjá kvinnunum helst hevur eina framtíð hóast alt.