Nú um dagarnar gjørdist ikki bert føroyski flotin eitt stásiligt skip ríkari, eisini alt tað føroyska samfelagið gjørdist ríkari, tá fyrsta veitingarskip av sínum slag kom til landið. Eldborg hjá Justinussenmonnunum í Leirvík er enn eitt dømi um, at hóast allur heimurin er nervaður av kreppu og avleiðingunum av ragnarrokinum í altjóða fíggjarverðini, so eru tað tey, sum hava dirvi og treysti at gera nýggjar íløgur og ganga nýggjar leiðir.
Supply Service í Leirvík hevur bygt sítt fyrsta av trimum stórum veitingarskipum og er tað longu farið í drift, stutt eftir dópin í Havn fyri góðari viku síðani. Hetta eru tungvektarar av skipum, sum kosta góðar 250 mill. hvørt at byggja. Í løtuni verður so arbeitt við at fáa endaligu fíggingina uppá pláss til hini bæði skipini.
Nýggja flaggskipið í flotanum er eisini eitt áhugavert signal um, at føroyingar ikki bara hugsa um fisk. Við okkara geografisku beligginheit og við tí ótrúliga týdningarmikla tilfeingi vit hava í okkara sjófólki, so er tað so upplagt at leita aðrar vegir á sjónum, og her er frálandavinnan eitt sera gott høvi. Thorfólkini í Hósvík hava gingið undan í so máta og víst, at hetta er ein gongd leið. Thorskip og sjófólk arbeiða í dag á nærum øllum heimsins høvum, har tey veita tænastur til oljuvinnuna.
Tað er eisini hugaligt, at okkara fíggjarstovnar, í hesum føri EIK sær møguleikar í hesi vinnu og vil vísa teimum, sum hava initiativ og vilja, áhuga og ans. Vit eiga jú sum er tað so týðandi tilfeingi, sum skal til fyri at reka eina slíka vinnu, fólkini til at manna skipini. Áhugin hjá altjóða oljufeløgum fyri Føroyaøkinum er so eisini ein katalysator í hesi menning. Tá og um hesi feløg finna kolvetni í føroysku undirgrundini, tá verður stórur tørvur á tænastuveitingum frá eitt nú bæði Thor í Hósvík og Supply Service í Leirvík. Og meðan vit bíða til tann dagur upprennur, so troyta vit mongu møguleikarnar aðrastaðni og fáa harvið tað, sum er so eyðkent fyri føroyingar og føroyska vinnu, nevniliga royndirnar at arbeiða í hesi nýggju vinnu.
Tað skal vera okkara vón, at Eldborg fær góðan fong, tvs. góðar sáttmálar og at manning og eigarar fáa gott í beinið til at halda fram á hesi nýggju leið øllum tí føroyska samfelagnum til góða. Tillukku við Eldborg.