Eldásetingin er avgreidd

Tað ljóðaði ógvusligt, tá tíðindi herfyri bórust um at onkur hevði ætlað at seta eld á í Gjáar kirkju. Nú er málið uppklárað.

Gjógv: - Vit hava tosað við viðkomandi ið gjørdi hetta. Og nú eru øll viðurskifti greidd, verður sagt av Kriminaldeildini á Politistøðini í Havn.

Eftir at hava kannað málið síðani fráboðanina um eldásetingina, varð skjótt komið til, at talan var um ein smádrong.

Upplýsingar frá fólki við Gjógv, fráboðan frá foreldrunum og samtala við drongin gjørdu sítt til, at málið varð loyst.

Løgreglan hevur í sínum arbeiði millum annað tikið fingramerki í kirkjuni. Hesi eru síðani samanborin við tey hjá dronginum, og nú er staðfest at tey eru eins.

Sum skilst er drongurin farin inn í kirkjuna, har hann fekk eyga á ein tendrara. Tíbetur hendi ikki stórvegis skaði.

Av tí at drongurin er undir 15 ár, er málið nú latið upp í hendurnar á barnaverndini.