Mitsubishi elbilurin, sum var í Føroyum í vikuni, kemur á evropeiska marknaðin seint í 2010, sigur danski sølustjórin hjá Mitsubishi. Elbilurin Mitsubishi iMiEV, sum var í Føroyum í vikuni í sambandi við at ein samstarvsavtala varð undirskrivað millum SEV og Dong Energy, kemur á marknaðin í Japan í juli 2009 og á evropeiska marknaðin seint í 2010, sigur John Wulff sølustjóri hjá Mitsubishi Danmark í sendingini Bilardio á Rás2 í dag kl. 13.
Bilurin varð royndarkoyrdur í Føroyum við góðum úrsliti. Á heimasíðuni hjá Ivan Johansen Bilum stendur, at Mitsubishi iMiEV væntandi verður at fáa í Føroym innan tvey ár.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum