Elbilurin dýrari

Tað kostar einar 300 krónur meiri enn mánaðin hjá einum dana at koyra í einum elbili enn einum bensinbili, sjálvt um bensinprísurin liggur um níggju krónur, og sjálvt um einki avgjald er á elbilum. Lærke Flader í Dansk Energi sigur við danska kringvarpið, at í samanberingini hevur hann brúkt tveir bilar av slagnum Citröen C1. Teir vóru líka burtursæð frá, at annar brúkti bensin og hin elorku. Niðurstøðan var, at aftan á fimm ár var elbilurin 300 krónur dýrari um mánaðin enn bensinbilurin.