Elbilur til SEV

Fyri viku síðan kom ein Mitsubishi iMiEV elbilur til Føroya úr Íslandi í sambandi við tiltakið NORA.

Bilurin kom til elfelagið SEVsum liður í eini verkætlan undir heitinum El-Mobility í útnorði, sum umfatar Grønland, Ísland og Føroyar. Verkætlanin hevur sum endamál at testa elbilar í hesum trimum samfeløgunum og at meta um hvørja ávirkan økt nýtsla av elbilum fer at hava á framtíðar ferðslu.


Mitsubishi iMiEW hevur 64 hk elmotor og lithium-ion battarí. Hann kann koyra upp til 150 km upp á eina løðing, og toppferðin er 130 km/t. Bilurin er kvikur og kennist sum at koyra ein vanligan bil við 1,6 litra bensinmotori, bert uttan at ljóð hoyrist.


Í sambandi við elbilaráðstevnuna í Norðurlandahúsinum týsdagin 15. februar verður m.a. høvi at royndarkoyra hendan elbilin.