Stórur áhugi er fyri elbilunum, ið SEV hevur útvegað sær ? Teir vera partur
av Torraskránni leygardagin.
Stórur áhugi hevur verið fyri elbilunum hjá SEV síðan teir komu til landið.
Serliga stórur hevur áhugin verið fyri Tesla Roadster, sum elfelagið hevur
til láns frá Tesla í Danmark. Hesin bilurin kom til Føroya mánadagin sum lið í elbilaráðstevnuni, sum SEV og Jarðfeingi skipaðu fyri í Norðurlandahúsinum í gjár, og fer av aftur landinum í kvøld.
Hann er eisini tann elbilurin, sum hevur koyrt flest kilometrar hesar dagarnar.
Leygardagin verða væntandi 2 ella 3 av elbilunum hjá SEV at síggja í Klaksvík í sambandi við Torratiltakið har norðuri.










