Bogi ivast ikki í, at elbilar eru framtíðin. Í nærmastu framtíð fara vit helst at síggja fleiri hybridbilar við elmotorum saman við bensin- ella dieselmotorum. Tá battaríini verða minni og lættari, eins og tey fáa meira orku, verða hybridbilarnir avloystir av elbilum, sigur hann.
Eisini er samrøða við Benny Ejdesgaard koyrilærara, sum sigur sína hugsan um sjálvvirkandi ferðkanningar á strekkjum, har sum bilar hava lyndi til at koyra ov skjótt.