ElbBaradei stillar upp

Mohamed ElBaradei segði í samrøðu við eina egyptiska sjónvarpsstøð í kvøld, at hann fer at stilla upp til næsta forsetavalið í Egyptalandi. Tann 68 ára gamli ElBaradei hevur fyrr avsannað gitingar um, at hann ætlaði sær at royna eftir forsetaembætinum, sum bleiv leyst, tá Hosni Mubarak noyddist at fara frá herfyri.

Men nú hevur hann broytt hugsan.

Mohamed ElBaradei stóð á odda fyri kjarnorkustovninum hjá ST frá 1997 til 2009, og fyri tað arbeiðið varð hann heiðraður við Nobel-friðarheiðurslønini. Hann var ofta frammi í sambandi við mótmælini ímóti Mubarak-stýrinum og bleiv longu tá umrøddur sum eitt komandi forsetaevni.