ElBaradei krevur Mubarak frá innan fríggjadagin

Mohamed ElBaradei, sum verður roknaður sum ein týðandi andstøðuleiðari í Egyptalandi, segði í dag, at Hosni Mubarak, forseti, skal leggja frá sær innan fríggjadagin.

-Tað ber ikki til at samráðast um framtíðina, fyrr enn forsetin er farin frá, segði ElBaradei við arabisku sjónvarpsstøðina Al-Arabiya, meðan fólk í hundraðtúsundatali stóðu í miðbýnum í Kairo og róptu, at Mubarak skal frá.

Tann muslimski bróðurskapurin og fleiri aðrir andstøðubólkar, sum hava skipað seg sum eitt slag av einum andstøðufelagsskapi, krevja eisini Mubarak frá nú.

-Okkara krav er, at Mubarak fer av tí almenna pallinum. Ikki fyrr enn tá kunnu vit fara undir tingingar við hervaldið um aitt friðarligt valdsskifti. sigur Mohammed al-Beltagi hjá muslimska bróðurskapinum við Al-Arabiya.