ElBaradei hartar USA

Mohamed ElBaradei, sum fær støðugt størri týdning sum andstøðuleiðari í Egyptalandi, hartar nú amerikonsku stjórnina fyri at styðja Hosni Mubarak, forseta. ElBaradei, sum fekk Nobel-friðarheiðurslønina í 2005 fyri arbeiði sítt sum ovasti fyri altjóða kjarnorkustovninum, sigur við amerikanska sjónvarpið CNN, at USA missir sítt trúvirði við at styðja Mubarak og hansara stýri.

Eygleiðarar vísa á, at USA hevur veitt Egyptalandi og Hosni Mubarak fíggjarligan og hernaðarligan stuðul í fleiri ár. Tað hevur millum annað gjørt, at meginparturin av vápnunum hjá egyptiska herinum eru amerikonsk.

Mohamed ElBaradei fekk eina stórfingna móttøku, tá hann kom til Kairo í vikuni, men um vikuskiftið bleiv hann settur í húsavarðhald.