El-Teknik úr at gera seinasta árið

Um hesa tíðina í fjør vóru teir tveir ella tríggir mans. Í dag eru teir 13, tá mest er at gera.

Fyritøkan El-Teknik í Leirvík hevur í seinastuni havt trý størri arbeiði í gongd, og hetta hevur gjørt, at neyðugt hevur verið eyka hjálp í fyritøkuni.

 

Ein fleksibul fyritøka, sum El-Teknik er, hevur ein fastan - og ikki so stóran - stab av fólki, men tá nógv er at gera, hevur fyritøkan fleiri mans í arbeiði.

 

- Vit hava "lænt" nakað av fólki, eitt nú fólk, sum hava ein steðg ella hava frí í arbeiðnum í Noregi. 

 

Jákup Tróndheim, sum eigur el-fyritøkuna, sigur, at um hesa tíðina í fjør, var lítið virksemi, og fyritøkan hevði fáar mans í arbeiði. Í dag arbeiða einir 12-13 mans fyri El-Teknik.

 

Hann vísir á, at teir hava havt el-arbeiði í nýggju smoltstøðini, sum Bakkafrost hevur bygt á Norðtoftum, og sum verður tikin í brúk fyrsta dagin.   

 

- Vit hava eisini el-arbeiðið í samband við útbygging av gulllaksavirkinum Tavuni, og síðan hava vit havt el-arbeiðið í samband við vatnreinsiverk, sum Eysturkommuna hevur bygt á Hagaleiti. 

 

Jákup Tróndheim sigur, at á Hagaleiti hevur El-Teknik verið undirveitari hjá NomaTek í Havn.

 

- Av teimum 12-13 monnunum, sum vit hava í arbeiði í løtuni, eru tríggir lærlingar, harav tann eini verður útlærdur í næsta mánaði, sigur stjórin og eigarin.

 

Á myndini eru Jákup Tróndheim og Eyðun Poulsen, ið er el-instalatørur og sum serliga tekur sær av samskipan í el-fyritøkuni í Leirvík.