El Teknik ger uppgávur um alt landið

Millum fýra føroyskar el-fyritøkur, sum hava bjóðað seg fram á FaroExpo, er El Teknik í Leirvík, sum hevur røtur aftur til 1991. Í dag hevur fyritøkan 9 fólk í arbeiði

FaroExpo

Fyritøkan El Teknik í Leirvík hevur fyri triðju ferð verið við á FaroExpo.
Tað er Jákup Tróndheim, sum eigur og rekur fyritøkuna, sum hann legði lunnar undir í 1991.
Sjálvur var hann fyrsti lærlingur hjá Jóannesi Thomsen í Fuglafirði, sum er maðurin, ið byrjaði el-fyritøkuna, sum í dag kallast JT-Electric.
Í løtuni eru 9 níggju fólk knýtt at El Teknik í Leirvík, men fyrr í ár vóru tey 13. Minkandi virksemi hevur gjørt tað neyðugt at minkað um talið av arbeiðsfólki.
- Vit kunnu ikki siga, at vit enn merkja nakað til, at virksemið í landinum er við at koma í gongd aftur, men vit vita, at gongd fer at koma á aftur, sigur Jákup.
Hann letur tó ikki illa at, men vísir á, at neyðugt er at tillaga seg broyttu umstøðurnar.

Stórt og smátt
El Teknik hevur verið við í nógvum ymiskum verkætlanum, bæði við nýbygging, umbygging og umvælingum.
- Vit eru veitarar av innstalatiónum til ídnaðin, fiski-og alivinnuna, men vit arbeiða eisini fyri eitt nú kommunur og kommunalar felagsskapir. Hinvegin arbeiða vit ikki umborð á skipum og bátum.
Jákup vísir á, at felagið eitt nú hevur gjørt eina stóra og framkomna skipan fyri vatnviðurskiftini í Runavíkar kommunu, har tilber at síggja og stýra vatnverkunum kring um í kommununi úr eini miðstøð í Saltangará.
- Her ber til yvir netið eitt nú at steingja ella lata upp ventilar – alt eftir vatnstøðu og ynski.
Hann sigur, at við í hesi verkætlan er vatnskipanin uppat Saltangará við, men eisini skipanin á Skála, Skálafirði og Lamba.
- Ein stórur partur av hesum er programmering, og her hava vit dugnalig fólk í fyritøkuni til slíkt arbeiði, leggur hann aftrat.
Jákup Tróndheim sigur, at samstarvið við Runavíkar kommunu um vatnskipanina hevur koyrt í fleiri ár.
- Enn er útjaðarin í kommununi ikki við, eitt nú tær smærru bygdirnar, sum seinnu árini eru vorðnar partur av kommununi. Men kommunan ætlar, at hesar eisini skulu koma við, sum tíðin gongur, leggur hann aftrat.

Størri arbeiði
Tey størri arbeiðini, sum El Teknik annars hevur fingist við seinnu árini, er umbyggingin hjá IRF í Leirvík, Tekniska skúla í Klaksvík og Fiskivinnuskúlan í Vestmanna.
- Vit hava havt uppgávur kring alt landið. Soleiðis hevur ikki bara verið nú í kreppuni, men gjøgnum øll árini, sigur Jákup.
Sum partur av virkseminum hjá El Teknik, hevur felagið eina sonevnda agent-avtalu við norska stórfelagið, Akva Group, har fyritøkan í Leirvik umboðar útboðið hjá norsku fyritøkuni.
- Akva Group er veitari av øllum til aling, eitt nú fóðurskipanum, kameraskipanum, aliljósum og flakum, umframt el-instalatiónum.
Jákup sigur, at El Teknik eisini veitir tænastu fyri norsku fyritøkuna í Føroyum.
- Vit hava soleiðis sølu og tænastu fyri Akva Group í Føroyum, leggur hann aftrat.
Við sær á básinum á FaroExpo hevur Jákup Tróndheim havt ein norðmann, sum umboðar norsku fyritøkuna.
Á vinnustevuni í Runavík í gjár og í dag hevur El Teknik havt umleið 10 fundir við bæði útlendskar og føroyskar útbjóðarar.