Nýggjur stjóri verður Eyðun Poulsen. Eyðun er útbúgvin el-innleggjari. Hann byrjaði í starvi hjá El-Teknik í 2001 og hevur starvast sum verkførari síðani 2007, skrivar Eysturkommuna á teirra facebookvanga.
Jákup Tróndheim stovnaði Sp/f El-Teknik, ið er eitt góðkent el-innleggingarvirki, í 1991.
Við árunum hevur El-Teknik verið við í bæði stórum og smáum verkætlanum kring alt landið. Alt frá at umvæla leidningar til gomul strúkijørn til installering av skúlum og vinnubygningum.
El-Teknik hevur verkstað og skrivstovu í Leirvík. Í løtuni starvast 12 fólk, umframt Jákup. Harav er tríggir lærlingar. Jákup hevur sjálvur arbeitt í fyritøkuni øll árini og fer partvís at halda á í fyritøkuni.
Ætlanin er at halda fram við virkseminum á sama hátt sum áður, og tí verður hetta ikki nakað, ið viðskiftafólk, veitarar og samstarvsfelagar fara at merkja stórvegis til, siga nýggju eigararnir.











