El-Teknik

Jákup Tróndheim er stjóri í fyritøkuni El-Teknik, sum hevur gjørt teldustýrdu stýrisskipanina til vatnverkini.

- Vit hava fingið útgerðina frá samstarvsfeløgum uttanlands. Hetta er standardútgerð, sum verður nýtt til stýring av øllum møguligum. Vit hava programerað og sett skipanina upp, sigur Jákup.

Tað eru longu onnur, sum hava víst áhuga fyri stýrisskipanini.

- Tað eru nakrar kommunur, sum eisini hava víst áhugað. Annars fáast við nógv el-stýring innan millum annað alivinnu, sigur Jákup Tróndheim.

8 fólk starvast hjá El-Teknik.