El-Service varðveitir sínar elektrikarar

- Tað er ikki so einfalt við at hava fólk í Noregi. Arbeiðir tú í Noregi, verður tú góðkendur har og fært eitt norskt p-tal. Tá hevur tú í prinsippinum ikki loyvi at arbeiða í Føroyum eisini. Hetta er ein trupulleiki, sum myndugleikarnir áttu at loyst, so skipanin gjørdist smidligari, sigur John Eli Olsen, stjóri á El-Service á Skála

Í sínari setanarrøðu á FaroExpo týsmorgunin, segði Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, at 200 føroyskir elektrikarar arbeiða í Noregi.
John Eli Olsen eigur El-Service á Skála, sum hevur 16 fólk í arbeiði. Hann vísir á, at hóast nógvir elektrikarar arbeiða í Noregi, hevur higartil ikki staðið á at fingið fólk.
- Vit hava havt støðuga arbeiðsmegi og hava soleiðis ikki beinleiðis mist fólk, sum eru farin til Noregs at arbeiða.
Hann vísir á, at tá virksemi hevur verið minni, og menn eru givnir hjá El-Service, eru onkrir teirra farnir av landinum at arbeiða.
Stjórin í El-Service vísir á, at felagið hjá honum hevði nakrar mans í Noregi í 2007, og onkuntíð seinni hava menn hjá felagnum eisini loyst uppgávur á norskari skipasmiðju.
- Tað er ikki so einfalt við at hava fólk í Noregi. Arbeiðir tú í Noregi, verður tú góðkendur har og fært eitt norskt p-tal. Tá hevur tú í prinsippinum ikki loyvi at arbeiða í Føroyum eisini. Hetta er ein trupulleiki, sum myndugleikarnir áttu at loyst, so skipanin gjørdist smidligari.

Minni at gera
John Eli Olsen sigur, at virksemi ikki hevur verið tað heilt stóra seinastu tíðina, men framvegis hevur El-Service nakrar mans í Skagen, har felagið hevur arbeitt í fleiri ár, meðan restin av virkseminum í løtuni er her heima í Føroyum.
Nú FaroExpo hevur verið í Runavík, hevur El-Service eisini verið millum útbjóðararnar.
John Eli Olsen, sum er ættaður úr Øravík, gjørdist el-instalatørur í 1982, og hann stovnaði El-Service á Skála í 1988. Hann keypti nevniliga el-deildina, sum tá var á Skála Skipasmiðju.