El-Service roynir at sleppa sær fram at í oljuvinnuni

Stjórin á El-Service á Skála, John Eli Olsen, fegnast um, at flúgvingin hjá Atlantsflogi í Noregi kann fara at útvega teimum nýggjar møguleikar, eitt nú innan oljuvinnuna.<DPTAB>    
<DPTAB>    - Eg vóni, at hesin møguleikin verður eitt jarnbrot hjá føroysku handverkaravinnuni at fáa fótafesti í eitt nú Noregi, sigur hann

Handverkaravinna

Fyritøkan, El-Service á Skála, hevur seinastu árini havt sáttmála við skipasmiðjuna, Kartensens Værft í Skagen, um seks nýbygningar, sum skipasmiðjan hevur bygt. El-Service hevur staðið fyri tí elektriska partinum, sum eitt nú er høvuðstalvur, undirtalvur, startskáp og alarmskipanir. Einir 25 mans hava verið knýttir at hesum arbeiði seinastu árini, bæði í Danmark og í Føroyum, her útbúnaðurin er framleiddur.

Steðgur í

Herfyri var El-Service, sum annars hevur samstarvað við donsku skipasmiðjuna síðan 1991, við til at levera útbúnaðin til seinasta nýbygningin í hesi røðini.
    John Eli Olsen, stjóri á El-Service, sigur, at nú verður ein steðgur í hesum arbeiði fram til komandi ár, tá ið ein nýbygningur skal byggjast aftrat.
    - Í løtuni byggir skipasmiðjan ein lítlan nýbygning, men tað loysir seg ikki fíggjarliga hjá okkum at verða við í hesum projektinum, nú frádrátturin hjá handverkarunum er so lítil. Til tess er hetta arbeiði ikki nóg umfatandi. Hinvegin hevur tað loyst seg fíggjarliga at verið við til at bygt hini seks skipini, sigur hann.
    Stjórin vísir á, at talan er ikki um, at El-Service hevur mist nakað í Danmark, men hetta er ein sáttmáli, ið fyritøkan hevur havt, sum nú er gjøgnumførdur.

Færri fólk

Í løtuni eru eini 40 fólk í starvi hjá fyritøkuni á Skála, men tá ið mest var at gera, var manningartalið onkuntíð omanfyri 50.
    - Vit hava havt fleiri mans í arbeiði, sum burtur av vórðu settir í starv til at taka sær av sáttmálanum við donsku skipasmiðjuna. Nú sáttmálin er liðugur, og virksemið á heimamarknaðinum er minni, verða nøkur fólk færri í starvi hjá okkum.
    John Eli sigur, at heimamarknaðurin hongur neyvt saman við gongdini í fiskivinnuni, fiskiskapi, fiskaprísi og oljuprísi.
    - Er gongdin trekari, verða færri íløgur lagdar í skipini, og tað merkist hjá veitarunum.    
Stjórin sigur, at soleiðis, sum gongdin er, væntar hann kortini ikki, at talið av arbeiðsfólki fer niður um 30.
    - Eg vænti, at vit verða eini 35-40 fólk í starvi hjá El-Service komandi tíðina ? tó alt eftir, hvussu stórt virksemið nú einaferð verður.
    Hann vísir á, at higartil er bert ein sáttmáli gjørdur um tann eina nýbygningin aftrat, men fyritøkan arbeiðir við ymiskum møguleikum.
    - Vit hava havt so nógv at gera, nú vit hava havt sáttmála við Kartensens Værft, at vit hava ikki havt stundir at gera so nógv burtur úr øðrum møguleikum, eitt nú oljuvinnuni.
    John Eli sigur, at teir fara at brúka heystið til at kanna møguleikar innan oljuvinnu í Noregi og Danmark.
    - Vit eru væl fyri sum fyritøka við góðum fólki og drúgvum royndum, og vit lúka tey krøv, sum vinnan setir, sigur hann.
    El-Service er ISO 9000 góðkent, sum er ein av fyritreytunum fyri at kunna arbeiða á altjóða marknaðinum, og aðrar týðandi góðkenningar eru á gáttini.

Lækkaður frádráttur

John Eli er ógvuliga harmur um, at politisku myndugleikarnir í Føroyum hava lækkað frádráttin til handverkarar uttanlands so nógv seinastu árini.
    - Lækkingin úr 600 krónum, niður í 300 og síðan niður í 100 krónur um dagin er komin ógvuliga illa við hjá okkum, sum hava handverkarar uttanlands. Hetta hevur gjørt okkara vinnu uttanlands verri kappingarføra.
    Hann sigur, at tá ið handverkarar fingu ein hampiligan frádrátt, kundu teir rinda fyri ferðina og uppihaldið sjálvir.
    - Men nú frádrátturin er 100 krónur um samdøgnið, røkkur hetta ikki til nakað. Teir skulu gjalda skatt av hesi upphædd, og tað merkir, at frádrátturin røkkur ikki til ein døgurða á einum sjómansheimi.
    John Eli sigur, at tað var núverandi landsstýrið við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, sum í sínari tíð kom við frádráttinum í kreppuárunum, tá ið lítið og einki handverksarbeiði var í Føroyum.
- Nú sita teir aftur við valdið, og vit vóna, at henda samgongan fer at taka málið uppaftur.
Stjórin sigur, at hann hevur fleiri ferðir vent sær til
politisku myndugleikarnar og víst á, at landsstýrið - við at lækka frádráttin ? missir nógv meira fyri minni, men líkt er ikki til, at hetta hevur rinið við teir.
    
Fyribilsloysnir

Hann sigur, at tað í fyrsta lagi var Karsten Hansen sum landsstýrismaður, ið legði upp til at minka frádráttin niður í lítið og lætt, soleiðis at hesin lítlan og ongan mun ger í dag.
    - Tað tekur tíð - ja, helst fleiri ár ? at fáa fótafestið uttanlands, og tí er neyðugt, at slíkir frádráttir eru langsiktaðir og ikki bert fyribilsloysnir, tá ið kreppa er í vinnuni í Føroyum. Tað nyttar so lítið, um vit bara koma og fara, tí tá verða vit ikki roknaðir fyri at vera serliga seriøsir á marknaðinum.
    John Eli sigur, at úrslitið av lækkingunum í frádráttinum hevur ført til, at fleiri handverkarar góvust, meðan aðrir hava flutt adressuna uttanlands.
- Tá ið flestu handverkarar vóru uttanlands, arbeiddu hesir fyri meira enn 200 miljónir krónur, sum vórðu skattaðar í Føroyum, samstundis sum landskassin rindaði 15 miljónir í frádrátti.
    Stjóri á El-Service hevur roknað seg fram til, at landskassin tjenti 27 miljónir krónur uppá tær 15 miljónirnar, sum frádrátturin var, tá ið hann var mestur.
    - Landsstýrið, sum skerdi frádráttin, legði dent á, at vinnan skal standa á egnum beinum, men tað er ikki ókent, at tú fyrst hevur eina útreiðslu, áðrenn tú kanst fáa eina inntøku.

ES-stuðul

John Eli vísir á, at tá ið vit føroyingar hava funnið ein marknað uttanlands, er eisini neyðugt at seta upp, hvørjar forðingarnar eru.
    Hann vísir á, at kostnaðarstøðið í Føroyum kann vera ein forðing og ferðakostnaðurin ein annar. Haraftrat kemur, at okkara kappingarneytar ofta hava frádráttir og ymiskar aðrar skipanir, sum geva teimum fyrimunir fram um okkum. ES-stuðul og ymiskar millumlandaavtalur innan ES kunnu eisini gera okkum verri kappingarførar.
    - Taka vit skattaviðurskiftini innan frálandavinnuna, hava útlendskar fyritøkur ein fyrimun á føroyskum øki, sigur John Eli.
    Hann vísir á, at skal El-Service eitt nú fáa skip hendanvegin, skal fyritøkan helst verða skrásett sum skipasmiðja fyri at verða kappingarfør.
    - Men tá ið verandi skipasmiðjur í landinum ikki megna at fáa uppgávur til landið, noyðast vit uttanlands, har uppgávurnar eru, sigur hann.

Jarnbrot    

Stjórin á El-Service fegnast um, at flúgvin hjá Atlantsflogi í Noregi kann fara at útvega teimum nýggjar møguleikar, eitt nú innan oljuvinnuna í Noregi.    
    - Eg vóni, at hesin møguleikin fer at verða eitt jarnbrot hjá føroysku handverkaravinnuni at fáa fótafesti í eitt nú Noregi, sigur John Eli Olsen at enda.