Sum fyrsta el- og handverksfyritøka í landinum, hevur El-Service á Skála fingið ISO 9001 góðkenning. Hetta hendi í gjáramorgunin kl. 10.
John Eli Olsen, stjóri, er sera fegin um góðkenningina, sum hevur kostað fyritøkuni um hálva mió. kr.
Hann metir góðkenningina hava sera stóran týdning fyri framtíðarmøguleikarnar hjá fyritøkuni, sum í fleiri ár hevur arbeitt bæði í Føroyum og uttanlands.
? Hetta er eisini eitt atgongumerki til at vera við í eini komandi off-shore vinnu við Føroyar, tí fyri at vera við krevst, at tú hevur eina góðskuskipan, sum hesa, sigur John Eli Olsen.
Í týsdagsblaðnum fara vit at gera meira við ISO góðkenningina av El-Service á Skála.