El-súkklur til borgarar í Havn

Tórshavnar kommuna hevur ognað sær 12 elsúkklur til almenningin at nýta.

Tórshavnar kommuna hevur ognað sær 12 elsúkklur til almenningin at nýta. Súkklurnar verða fyrstu ferð bodnar fram til almenningin í Umhvørvisvikuni 2016. 



Fyrsta tíðin verður ein royndartíð, har borgarar, skúlanæmingar og aðrir bólkar kunnu læna súkklurnar ókeypis eftir avtalu við kommununa.

 


Verkætlanin við elsúkklunum er ein liður í at seta sjóneykuna á burðardygga orkunýtslu og ferðslu. 

 


Tórshavnar kommunu vónar, at borgarar fara at vísa elsúkklunum stóran áhuga næstu tíðina.