El-prísurin hækkar helst enn meiri

- Tað er torført at hugsa sær, hvussu vit skulu sleppa undan at hækka prísin á streymi aftur næsta ár.

Tað staðfestir Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV eftir aðalfundin í orkufelagsskapinum í morgun.

Í ár hækkaði prísurin á streymi 10 oyru fyri kilowatt-tíman, samstundis sum sparingar fyri fimm miljónir krónur eru settar í verk.

Kortini verður talan um eitt hall í ár upp á 6,3 miljónir krónur.

Men hinvegin verður mett, at sum gongdin í oljuprísinum hevur verið fyrsta ársfjórðing í ár, fara útreiðslurnar til olju at verða einar 15-20 miljónir krónur hægri í ár, enn mett varð í fíggjarætlanini.

Samstundis verður staðfest, at tað er neyðugt at fáa javnvág í raksturin næsta ár, og frá 2014 má avlop vera á rakstrinum.

- Tað slepst ikki undan, at inntøkurnar mugu hækkast í takt við, at útreiðslurnar hækka, og sum støðan er, verður neyðugt at útvega SEV fleiri inntøkur, sigur nevndarformaðurin.

Hann staðfestir samstundis, at felagsskapurin hevur at kalla bara eina inntøkukeldu, og tað er at selja streym, so skulu inntøkurnar hækka, slepst ikki undan at hækka prísin á streymi.

Men hvussu nógv prísurin fer at hækka næsta ár, er ov tíðliga at siga, vísir Jákup Suni Lauritsen á.

Hann leggur aftrat, at út á árið fæst ein greiðari mynd av støðuni og gongdini í oljuprísinum, og tá fer nevndin at seta seg saman at meta um støðuna og at gera eitt tilmæli til aðalfundin í heyst um, hvussu príshækkingar skulu vera.