Ódnarveðrið um jólini var nógv drúgvari enn tiltikna jólaódnin í 1988, men tá ið vindurin var av tí mesta í 1988 í einar tveir tímar, tá var ódnin ógvusligari
Ódnin í 1988 vardi eina langa nátt, meðan ódnin hesaferð vardi í tvey og eitt hálvt samdøgur.
-Eg veit ikki um nakra ódn her hjá okkum, sum hevur veirð so drúgv, sigur Osmund Justinussen, verðurkønur.
-Viðurskiftini líkjast nógv teimumn, sum vit høvdu í 1988. Ættin var fyri tað mesta útsynningur og svingaði annars millum sunnan og vestan. Í Kanada og Alaska eru hátrýst við ógvuliga køldum veðri og hátrýstini yvir Russlandi eru eystari enn vanligt, vísir hann á.
Hann sigur, at høvuðsorsøkin til at veðrið háttar sær sum tað ger, er at veðurfyribrigdið El Nino er í botni í løtuni.
Tað vil siga, at El Nino er viknað og víkir fyri La Nina. El Nino er orsøkin til at vit leingi hava havt gott veður, men tá ið nú La Nina vinnur, so ger tað, at lágtrýstini fara at at flyta seg meira sum tey gjørdu nú um jólahalguna.