Alivinnan í Kili hevur liðið eitt fíggjarligt tap upp á yvir fim milliardir krónur orsaka av El Nino-veðurfyribrigdinum, sum júst nú gongur fyri seg í Stillahavinum uttan fyri kilsku strondina. Mett verður, at 23 milliónir fiskar eru deyðir. 37 av teimum 415 aliøkunum suðurkili eru rakt av alguni.
Orsøkin er ein alga, sum hevur rættiliga blómað orsaka av serstøku umstøðunum, sum El Nino hevur skapt.
- Sjóhitin er eini tvey til fýra stig hægri enn vanligt, tað er lítið sólarljós, lítið regn og lítið av vindi. Alt hetta saman skapar umstøðurnar hjá alguni at trívast, sigur Jose Miguel Burgos, ið er umboð fyri kilsku stjórnina, við Reuters.
Sambært kilskum myndugleikum eru alivirki hjá Marine Harvest, Australis Seafoods, Compania Pesquera Camanchaca, Blumar, Multiexport Foods, Cermaq Group AS og Empresas AquaChile, raktar av algutrupulleikanum.
Jose Miguel Bugos sigur við Reuters, at missurin svarar til eini 15 til 20 prosent av samlaðu framleiðsluni hjá Kili í ár.
- Forsøgnin fyri 2016 segði um 750.000 til 760.000 tons, men nú er hon lækkað til 650.000 tons, sigur hann.
Kili er heimsins næst størsti útflytari av laksi. Í fjør varð útflutningsvirði av alilaksi beint oman fyri 30 milliardir krónur.









