Eftir spreinginina á Hotel Hafnia leygardagin, fóru kriminalpolitiið og Arbeiðseftirlitið á staðið fyri at lýsa, hvat hendi.
- Sum tað var sagt beinanvegin, hava vit staðfest, at ein leiki hevur verið í gasskipanini. Ein ovnur stóð beint við, og ein neisti hevur so fest í, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá politinum.
Hann heldur, at øll eiga at vera fegin um, at ikki meira hendi. Fleiri fólk vóru til arbeiðis, men av tilvild vóru bara kokkarnir beint við.
Í køkinum var ein stór kókioyggj, gassblussini vóru frá, men har hendi einki, tí oyggin var eitt gott petti frá lekanum.
Bresturin hevur verið øgiligur, tí ein hurð klovnaði, og ein stórur rútur út móti Áarvegnum fór í knús.
Eingin hevur varnast gassið, sum lak út úr rørinum, tí nógvur matarroykur var. Gassið er eisini tyngri enn luft, og gassið kann tí breiða seg langt, áðrenn nakar fær illgruna.
Stutta løtu eftir óhappið fingu sløkkiliðið og politiið í felag øll fólkini út úr húsinum, og sløkkiliðið tryggjaði, at ikki meira hendi.