Í dag eru liðin 75 ár síðani, at Leif Mohr í Havn stovnaði egna fyritøku og varð góðkendur til installatørarbeiði í Havn.
Tað var á sumri í 1935, at Tórshavnar Býráð samtykti at geva tvær autorisatiónir til installatørarbeiði í Havn. Við hesum autorisatiónum fylgdi eisini loyvi til at hava handil við elvørum, ellutum og tilfari.
Aðra av hesum autorisatiónum fekk Leif Mohr, og byrjaði hann soleiðis virksemi sítt tann 15. juli í 1935, tá Leif Mohr ger kunnugt í eini lýsing í Dimmalætting, at hann er farin undir sítt egna installatiónsvirki, og at alt elektriskt arbeiði verður gjørt »Gott, skjótt og bíligt«.
Í fyrstuni hevði fyritøkan ikki handilshøli, men tann fyrsti verkstaðurin var í kjallaranum í húsunum, sum Johs. Olaus Joensen átti í Steinagøtu - har gamla høvuðsdeildin hjá Føroya Banka er. Har hevði hann eisini goymslu sína. Fyrsta stórarbeiði í Leif Mohr stóð fyri, var tann elektriska innleggingin á Hvíldarheiminum Nainu, ið Einar Mikkelsen hjálpti honum við sum lærlingur.
Í 1937 flytur Leif Mohr virksemi sítt niðan í ein lágan bygning, ið Arthur Brend átti á niðara horninum Niels Finsensgøta ? Kongagøta. Í tí bygninginum hevði Leif Mohr aðra helvtina til handilshøli og goymslu, meðan Mina Mortensen Vilhelm hevði hina hevltina til hattabúð sína.
Í 1939 flytur fyritøkan út í Dr. Jacobsensgøtu í eini hús, ið John hjá Magnus Sivari Simonsen átti á tí grundstykkinum, ið Keypssamtøkan seinni hevur bygt á. Í hesum hølum høvdu tey ein góðan handil og verkstað.
Leif Mohr bygdi fyrstu ferð í 1947 í J. H. Schrøtersgøtu í Havn, og fyrstu mongu árini var miðstøðin fyri virkseminum har í grannalagnum. Í 1981 varð flutt í nýggjan bygning á Hoyvíksvegnum, og sama ár flutti LM Handilin eisini niðan í SMS.
Í dag húsast Leif Mohr enn á Hoyvíksvegnum, har nýggjur handil varð latin upp fyri góðari viku síðan. El-innleggjaravirksemið er eisini har.
Í Stiðjagøtu í Havn er verkstaður við arbeiði innan el-mekanik og ídnaðarkøling, og á Kambsdali er handil við eltólum og eltilfari. 74 fólk eru í arbeiði í dag.
Dagurin verður hátíðarhildin við almennara móttøku fríggjadagin 16. juli, millum klokkan 15 og 17 í hølunum á Hoyvíksvegnum 53 í Havn, har øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey hjá P/F Leif Mohr.