El-hockey í høllini á Hálsi og á Vestanstevnu í Miðvági

ÍSB kemur at skipa fyri einum ?Kom og royn? tiltaki, har rørslutarnað kunnu koma at royna, um El-hockey er nakað fyri tey. Tiltakið verður sunnudagin tann 6. juli kl. 16-18 í høllini á Hálsi í Havn. Eftir ætlan verður eisini møguligt at royna El-hockey á Vesanstevnuni í Miðvági.

Tað verða miðvingarnir Erhard og Marianna Frederiksen, sum saman við soninum Jón. koma at vísa hvussu El-hockey verður spælt. Jón spælir El-hockey í Danmark, sjálvt um hann er hart raktur av vøddasvinn. Erhard, Marianna og Jón búgva í Danmark.

Tað eru 13 El-hockey klubbar í Danmark, sum spæla El-hockey í trimum divisiónum við 29 liðum.

Tað spæla 3 spælarar á hvørjum liði, á einum vølli sum er 14 x 20 metrar. Málið er 3 metrar breitt og stendur eitt sindur inni á vøllinum.

El-hockey verður spælt í nøkrum specialbygdum sportstólum, sum kunnu koyra upp til 14 km um tíman.

El-hockey er ein ítróttur, sum verður spældur av fysiskt rørslutarnaðum, sum oftast hava eina av fylgjandi prognosum: vøddasvinn, spasticitet, ryggmergsbrokk og liðagikt.