El-framleiðslan fall eitt vet í januar

Vatnorkan gjørdi góðan mun í januar

El-framleiðslan hjá SEV í árs­ins fyrsta mánaði fall eitt vet.
Sambært uppgerð frá fram­­leiðsl­u­deild­ini hjá SEV fall el­fram­leiðsl­an í januar 0,6% í mun til sama mánaða í fjør.

Framleiðslan í meg­in­øki­n­um stóð mestsum í stað, með­an fram­leiðslan í Suðuroy fall 4,7%

Men vatnorkan vaks. Fram­leidd­ir vóru tilsamans 25,1 GWt ímóti 25,2 GWt fyrsta mán­aðin í fjør.

Framleiðslan úr varandi ork­u vaks við 4,5% - úr góðum 33% til sløk 38%. Av hesum stóð vatnorkan fyri 31% ímóti 26,5% í januar í fjør.