Í USA samstarva General Motors og Segway Personal Transporter um eitt eldrivið akfar til tveir persónar.
Á bilaframsýningini í New York presenteraðu General Motors og Segway Personal Transporter í New Hampshire eitt eldrivið akfar til tveir persónar.
Talan er um eitt akfar á tveimum hjólum, ið hevur fingið navnið PUMA (Personal Urban Mobility and Accessibility) og er til transport í ferðsluni í býnum.
Segway Personal Transporter hava spesialiserað seg í smáum akførum til ein ella tveir persónar, sum verða nógv nýtt av t.d. politinum og militerinum.
Prototypan kombinerar framkomna intelligenta tøkni frá bæði General Motors og Segway Personal Transporter sum t.d. battarítøkni, dynamiskan stabilitet til balansering á tveimum hjólum, elektroniska stýring av róðurgreiðum, bremsum og automatiskari parkering.
Battaríini koyra umleið 60 kilometrar millum hvørja løðing, og toppferðin er umleið 60 km/t.