"El Classico" dystirnir vera í oktober og í mars

Kappingarskráin fyri La Liga í Spania er løgd

Kappingarskráin í La Liga í Spania er løgd. 

 

Tað fyrsta fleiri gáa um er nær dystirnir millum Real Madrid og FC Barcelona vera spældir.

 

Hesir dystir eru kendir undir navninum "El Classico".

 

Fyrstu ferð fótbóltsrisarnir møtast í La Liga í ár verður á Camp Nou leikvøllinum í Barcelona 24. oktober. Liðini møtast aftur á Santiago Bernabeu í 29. umfari í La Liga. Dysturin verður ætlandi spældur 30. mars.

 

Verandi meistararnir, Atletico Madrid møta Barcelona í áttanda og 23. leikumfari. Lokalbrakini millum Atletico og Real Madrid vera leikt í 17 og 35. leikumfari.

 

38 leikumfør eru í La Liga.