Hvør er betri, Lionel Messi ella Cristiano Ronaldo?
Lionel Messi hevur í ár skorað 37 mál í 42 dystum fyri Barcelona, meðan Cristiano Ronaldo hevur skorað 25 mál í 27 dystum fyri Real Madrid. Barcelona og Real Madrid liggja stavn um stavn í sponsku kappingini. Tey hava 77 stig í part, heili 21 stig fleiri enn nummar trý. Av tí at Barcelona vann fyrra dystin 1-0, so merkir tað, at um dysturin endar javnur, so er Barcelona á odda innanhýsis. Inn til tá, er tað málmunurin, ið telur. Sostatt er Real Madrid á odda, tí teir hava betri málúrtøku, í løtuni.
Í fjør vann Barcelona heili 6-2 í Madrid. Men undan dystinum í annaðkvøld, hevur Real Madrid vunnið 15 teir seinastu heimadystirnar, so tað er óhugsandi, at tað úrslitið verður endurtikið. Real Madrid hevur besta álopi við 83 málum, meðan Barcelona í ár hevur skorað 75 í La Liga.
Fyri Real Madrid kemur tað illa við, at Kaka og Xabi Alonso eru ivasamir. Serliga er tað ivasamt um Kaka verður klárur. Hann hevur verið skaddur í eina mánað. Hjá Barcelona er Zlatan Ibrahimovic skaddur, meðan Andrés Iniesta møguliga verður klárur, eftir at hava verið skaddur í tvær vikur.
Dysturin verður spældur á Estadio Santiago Bernabéu í Madrid í annaðkvøld.










