Bilurin her er ein el-bilur frá DS Automobiles, sum nú er eitt sjálvstøðugt bilmerki hjá Citroën eins og t.d. Lexus hjá Toyota og Infiniti hjá Nissan.
Navnið DS er ein stytting av Different Spirit ella Distinctive Series, samstundis sum tað eisini vísir til tann gamla Citroën DS, sum var toppmodellið hjá Citroën frá 1955 til 1975.
Í 2009 byrjaði Citroën aftur at gera fínari útgávur av teirra bilum við navninum Citroën DS.
DS E-Tense er ein konceptbilur, sum sambært DS Automobiles vísir hvønn veg teir fara í framtíðini við t.d. elektriskum superbilum.
Bilurin er bakhjólsdrivin við einum el-motori við 402 hk og snúningsmomenti upp á 516 Nm. Hann koyrir frá 0-100 km/t upp á 4,5 sekund, toppferðin er 250 km/t og hann koyrir upp til 360 km upp á eina løðing.