El-bilar er ikki rætta loysnin

Tema um bilar: - Vit mugu ansa eftir, at hysterí á umhvørvisøkinum ikki tekur yvirhond, sigur heilsumálaráðharrin.

 

 

Kaj Leo Holm Johannesen, sum umsitur heilsumál í landsstýrinum, koyrir ein fýra ára gamlan Honda-bil, sum brennur diesel.

- Hesin bilurin er líka Co2-neutralur, sum ein el-bilur av somu stødd. Hetta er staðfest, um tú tekur framleiðsluna av lithium-battaríunum við í roknistykkið.

Landsstýrismaðurin heldur ikki, at el-bilar er rætta loysnin. Rætta loysnin sambært Kaj Leo Holm Johannesen er heldur hybrid-bilar.

- Vit mugu ansa eftir okkara kenslum, soleiðis at vit ikki satsa púrasta skeivt, tá ræður um alternativa orku, bæði til bilar og heim.

Landsstýrismaðurin, Kaj Leo Holm Johannesen, heldur ikki, at hysterí á umhvørvisøkinum, sum hann rópar tað, er rætta loysnin.