Í orðaskiftinum á tingi nú um dagarnar frættist okkurt áhugavert á umhvørvisøkinum. Tingfólk tyktust ógvuliga samd um, at Føroyar eiga at verða undangonguland á umhvørvisøkinum – og tá var tað, at John Johannessen, løgtingsmaður Javnaðarfloksins, sum skeyt upp, at ein elektriskur bussur verður settur í koyringina til og frá flogvøllinum í Vágum.
Hann helt, at hetta var eitt ítøkiligt uppskot, sum kann seta Føroyar á heimskortið sum undangonguland á umhvørvisøkinum – og serliga gott hjá okkum at vísa á í sambandi við altjóða veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn seinni í ár.
John Johannessen mælir til, at keyptur verður ein el-bussur til flogrutuna, og helt hann hetta vera sera gott, nú so nógv verður tosað um at branda Føroyar. Hann vísti á, at hetta er nakað, fólk leggja til merkis – serliga fremmandafólk, sum í hópatali koyra við hesi bussleið.
Tøkniliga menningin í bilaídnaðinum er stór – ikki minst, tá roynt verður at troyta aðrar orkukeldur, enn oljuna. Fleiri bilar eru komnir á marknaðin – og um korta tíð fer uttan iva at bera til at keypa bilar, sum bara koyra við el-orku, og sum tí als einki CO2 útlát hava.
John Johannessen vísti sum vera man á, at tiltakið við einum el-bussi hevði víst umheiminum, at vit veruliga meina nakað við tað, tá vit tosa um at verja umhvørvi. Hesum var landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, Johan Dahl, samdur við honum í – og hann helt, at talan var um eitt gott og áhugvert uppskot.
Hvussu leikur fer, fáa vit so at síggja. Av stórum týdningi er tað kortini at fáa at vita, hvussu stór ein slík íløga í ein el-buss er.
Løgtingið hevur annars lækkað avgjald umhvørvisvinarligar bilar, sum nú verða mettir eftir, hvussu nógv teir dálka. Tá talan verður um el-bilar, so fer tað eisini at merkjast í landskassanum: El-bilar hava einki CO2 útlát – og teir keypa einki bensin og onga olju, so har missir landskassin eisini stórar inntøkur.
- Skeri eg teg her, missi eg teg har, kunnu vit siga. Men kortini eru el-bilar ein sera góð íløga í umhvørvið.