El & Tele er fyritøka, ið bjóðar heildarloysnir innan el og tele. Fyritøkan starvast innan øki, har tað gongur skjótt, men er hinvegin so langt frammi í oddinum, at blaðið PC-World hevur valt at skriva um nakað av tí, ið El & Tele fæst við. Fyritøkan hevur staðið fyri at binda saman stovn við tráðleysum sambandi, so hesin virkar sum ein, hóast hann húsast í ymsum lonum
Kenda blaðið PC-World hevur grein um føroysku fyritøkuna El & Tele. Fyritøkan hevur staðið fyri, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur roynt eina loysn við antennusambandi millum tvær deildir innan teldu og IP-telefonsamband. Hetta er fyrsta roynd av sínum slag í danska ríkinum.
- Tað er stutligt, at eitt blað sum PC-World hevur áhuga í hesum. Men tað er veruliga eisini áhugavert at sleppa at royna seg og at vera við frammi í oddinum, sigur Rasmus Magnussen frá El & Tele um greinina og um áhugaverdu antennuroyndina.
Fyrsta royndin við antennu
PC-World greiðir gjølla frá viðurskiftunum innan føroysk televiðurskifti og nýggju støðuna uttan einkarætt. Dýrt er at leggja kaðal og tí er loysnin við antennum lokkandi, sigur blaðið og kemur síðani inn á fyritøkuna hjá Rasmusi Magnussen.
Blaðið greiðir frá um el-innleggjaran Rasmus Magnussen, ið saman við øðrum eigur fyritøkuna El & Tele. Har hava tey lagt seg eftir loysnum við antennum og fyritøkan er, síðan einkarrætturin á teleøkinum varð tikin av, vaksin sera nógv og er flutt í stásilig hølir á Argjum, har tey 12 starvsfólkini húsast undir góðum umstøðum. Og arbeitt verður støðugt meira innan tøkni, heldur enn vanliga el-arbeiðið, sum vit kenna tað.
Stórur dentur verður lagdur á teldutøkni og hevur hetta merkt eitt tætt samstarv við donsku deildina av Ascom. So tætt, at El & Tele gjørdust teir fyrstu at royna eina nýggja teleloysn ? AIP 6400 IP-gateway ? har alt kann samskifta yvir sama samband, bæði teldutøknin og IP-telesamskifti.
Henda loysn hóskaði sera væl til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, ið hevði keypt nýggj høli. Uppgávan hjá El & Tele var at skapa samband, so nýggja og gamla deildin kundu samstarva, sum var talan um sama hús. Bæði innan telefon og teldunet. Deildirnar eru tveir kilometrar frá hvørji aðrari og tí var antennusamband uppá 2,4 gigahertz sera hóskandi.
Nógv nýtt í luftini
Rasmus Magnussen greiðir frá fyri PC-World, at hetta var ein uppgáva, ið ikki var so torfør. At seta elektronisku útgerðina upp kravdi ikki so nógv, men týdningarmikið er at nýta dygdargóða útgerð, ið hóskar til føroyska veðurlagið. Tí kom loysnin uppá eini 100.00 krónur, men hesin parturin skuldi verið vunnin innaftur í spardum telefonútreiðslum innan hálvtannað ár.
Nógvar antennur senda í luftini yvir Havnini og kann hetta órógva. Men hetta var bøtt um við eini antennu við parabol, ið verjir fyri øðrum óviðkomandi bylgjum.
Blaðið veit víðari at siga, at Rasmus og hansara fólk eru í gongd við at fylla luftina yvir høvuðsstaðnum við meira tøkni. Á hesum økinum er m.a. tað við at henda, at antennuloysnir kunnu væntast til teir borgarar, ið ikki vilja gjalda takstirnar, ið eru galdandi fyri koparnetið.
Næsta ættarlið á veg
Rasmus Magnussen sigur viðvíkjandi greinini í PC-World, at tað er stuttligt, at blaðið hevur áhuga fyri hesi royndini.
Hann leggur tó dent á, at júst heildarloysnir eru partur av hugskotinum við fyritøkuni EL & Tele.
- Vit hava vitan innan el og innan tele. Tí er gamaní at veita heildarloysnir til smærri og størri fyritøkur. Vit eru heldur ikki so stór, at vit ikki vita hvat hvør ger so kundin fær skjóta tænastu frá okkum og vit hava alt á einum stað, sigur Rasmus Magnussen.
Hann sigur, at hetta, ið tey nú fáast við, er næsta ættarlið innan IP-telesamskifti. Ein blanding av nýggari og eldri tøkni. Men hann ivast ikki í, at sum tíðin gongur, fara vit at síggja meira av hesum, at fólk ogna sær egnar linjur, heldur enn at leiga sær linjur, sum vit annars hava verið von við innan telesamskifti.