Ekvador sent hermenn til markið

Í suðuramerikanska landinum Ekvador hvur stjórnin sent 10.000 hermenn og løgreglumenn til markið ímóti Kolombia. Sambært forsetanum, Rafael Correa, hava teir fingið til uppgávu at taka sær av tí, sum hann kallar ein sera álvarssaman trygdartrupulleika.

Tíðindastovurnar skriva, at rúsevnasmuglarar, hálvhernaðarligir bólkar og marxistiskir uppreistrarmenn úr felagsskapinum FARC halda til í økinum við markið.

Fyri nøkrum døgum síðani var kolombiski forsetin, Juan Manuel Santos, í Ekvador. Hetta er fyrstu ferð, at ein kolombiskur leiðari vitjar Ekvador síðani 2008, tá kolombiski herurin bumbaði eina uppreistrarstøð í Ekvador.

-Tað, sum hendi í 2008 skal ikki endurtaka seg. Vit eru før fyri at verja okkum, segði Rafael Coreea, tá hann kunngjørdi, at stjórnin hevur sent 7.000 hermenn og 3.000 løgreglumenn til kolombiska markið.