Ekvador givið Assange politiskt friðskjól

Myndugleikarnir í Ekvador hava nú kunngjørt, at Wikileaks-stovnarin Julian Assange fær politiskt friðskjól har.

Avgerðin fer uttan iva at elva til eina diplomatiska kreppu millum Ekvador og Bretland. Assange er á ekvadorsku sendistovuni í London, men bretsku myndugleikarnir hava sagt, at hann sleppir ikki úr Bretlandi. Teir hava enntá hótt við at taka seg inn á sendistovuna at taka Assange, tí sambært einari avgerð hjá bretska hægstarætti skal hann útflýggjast til Svøríkis, har hann er skuldsettur fyri kynsligan ágang ímóti tveimum kvinnum.

Uttanríkisráðharrin í Ekvador, Ricardo Patino, ávarar bretsku myndugleikarnar ímóti at senda løgregluna inn á sendistovuna.

-Eitt álop á sendistovuna fær álvarssamar avleiðingar, sigur Patino.