Ekstremt stórur áhugi í forðarenning

hóast fleiri ikki tora við, sigur fyriskipari.

Á Eystanstevnu um vikuskiftið verður eitt nýggj avbjóðing til tey sum tora - nevniliga sokallaða Runutusk. Runutusk er er ein fimm kilometra rennitúrur á eini forðringsbreyt við eini 20 til 30 forðingum. Breytin verur runt Toftavatn og sjógvur, runa, grús og bakkar vera nakrar av forðingunum, sum einstaklingar, feløg ella fyritøkur, sum melda seg til kappingarnar, skulu fáa bilbugt við. Tað er alt frá renning, svimjing, klintring, grulving sum roynast skal til avbjóðingina.

 

 

Fyritøkur og ítróttarfeløg hava til mukudagin at melda seg til, men einstaklingar, sum ynskja at luttaka hava til leygardagin kl. 12, greiðir Noomi Kunoy Heradóttir, fyriskipari, frá. 

 

 

-Tað hevur verið ekstremt stórur áhugi í tiltakinum, og nógv fólk hava forvitnast, men tykjast varin. Fleiri hava sagt, at tey tíma væl, men at tey ivast í hvørt tey orka ella tora. Men orkar man at renna ella ganga fimm kilometrar, so orkar man eisini Runutusk, sigur hon. 

 


Hon greiðir frá, at íblásturin til tiltakið kom frá sjálv at hava luttikið í Nordic Race í Keypmannahavn, har møguleiki var at royna avbjóðingar við bæði eldi og vatni, men hon heldur at slíkar avbjóðingar natúrliga eru at finna í føroysku náttúruni. 

 

 

-Tað sum er stuttligt er, at vit kunnu gera hetta við náttúruni og landsslagið er soleiðis, at tað ber til, sigur hon. 

 

 

 

-Av tí at hetta er fyrsta árið, at Runutusk verður roynt, so veða luttakararnir í ár prøvikaninir. Vit gleða okkum tí til at fáa afturmeldingar soleiðis, at vit fáa gjørt tiltakið enn betur næsta ár, sigur hon. 

 

 

Vildu gera eitt svakt nýtíðartiltak