Ekstremisma og populisma

Henda Tinghellan er merkt av hjartasuffum. Eg haldi, tað er umráðandi at vísa á ekstremismu og populismu beinanvegin, tí vandin er, at útsøgnirnar fyrst gerast hálvir og síðan heilir sannleikar, um eingin talar at. Her haldi eg serliga at støðið, kjakið um útlendingar er á, ikki kann góðtakast.

Tinghellan ? valskráir
Bogi Eliasen

Greinin tekur støði í valskráum flokkana, og hesa fer eisini tað, valevni annars føra fram aðrastaðni. Men umrødda mál verður sett í ein samfelgsligan samtekst.


Í Føroyum hava vit eina demokratiska fleirflokkaskipan. Vit hava val við jøvnum millumbili og ein partur av hesum er, at flokkarnir føra fram, tað teir standa fyri og hví veljarin skal atkvøða fyri júst teimum. Men vit hava eisini persónligt val, soleiðis at tað eru valevnini við flestu atkvøðum á listum, sum verða vald. Hetta ger at flokkarnir kappast sínamillum um flestar atkvøður, og harafturat kappast valevnini innanflokka, fyri at verða vald. Føroyar er eisini býttar upp í valdømir. Hetta er fyri at tryggja, at øll økini fáa umboð vald í Løgtingið.
Soleiðis eru umboðini í sama flokki í teim ymsu valdømunum ikki beinleiðis kappingarneytar, uttan so, at tað liggur øgiliga tæt, hvør skal hava eykavaldan tingmann.

Sum eg var innið á í míni fyrstu Tinghellugrein, er Løgtingið veikt sum stovnur og eftir míni meting er hetta medvirkandi til eina veika floksskipan, sum so aftur er ein av orsøkunum til at tað ikki verður arbeitt meira miðvíst við m.a. valskráum og uppstillingum millum valini, sum aftur ger at flokkarnir virka ógvuliga óskipaðir.

Mín meting er, at valskráirnar ikki eru serliga góðar og at tær bera brá av at verða gjørdar í skundi. Haraftrat er tað ikki so stórur munur á teimum á fleiri økjum, tí tær nevna breið mál, vit øll eru samd um eru neyðug. Tær eru leyst formuleraðar, eru lítið ítøkiligar, breiðar og ikki stinga kósina út í kortið. Nøkur evni síggjast burturúr, men tey fægstu positiv. Í hesi grein fari eg út um valskráirnar, tí eg meti, at nakað av populismu og ekstremismu er komið inn í valdystin, uttan at nakar stórvegis gevur sær fær um tað.

Loyniuppskotið
Tó eru onkur klassisk mál, har munur sæðst á flokkunum. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin vilja hava skattalætta so skjótt sum tilber. Onkur ein meira loyniligan enn hin, og eydnutíð í hesum modernaðu gjøgnumskygstíðum, hevur Sambandsflokkurin valt at greiða frá hesum kollveltandi loynidómi. Við hesum forspæli, hevði eg roknað við einum skattareformi ið var so framúrskarandi, at búskaparfrøðingurin aftanfyri var sjálvskrivaður til heiðursløn Nobels ár. Men Sambandsflokkurin skal ikki roknað við at so verður, tí reformurin er lítið annað enn t.d. Fólkaflokkurin ofta hevur sagt. Tó kanska so, at teir hava roknað nakað meira uppá tølini, so Flokkurin veit, hvussu teir ætla skattastigin skal síggja út. Tað er mær óskilligt, hví hugskotið var loyniligt.

Uppskot Sambandsfloksins um skattalætta bleiv leingi hildi loyniligt, tí hinir flokkarnir máttu ikki fatur á tí og brúka tað í valstríðnum, segði forkvinnan. Nú vísir tað seg, at talan bert er um eina broyting, soleiðis at progresivið leisturin, vit brúka í Føroyum, uppá fýra ár skal broytast til ein meira proportionala stiga, umframt at marginalskattamarkið skal flytast. Sambært Sambandsflokkinum kostar uppkotið 60 milliónir um árið, og restin verður fíggjað við at hjólini mala skjótari, sum gevur ein positivan multiplikator o.s.fr.. Harafturat er ein ætlan um, at skattalættin er av eyka arbeiði, men hvat er eyka arbeiði? Soleiðis er tað nú fyrrverandi loyniliga uppskotið hjá Sambandsflokkinum, eitt teoretiskt roknistykki sum ikki kann prógvast meira enn tey uppskot til skattalætta Fólkaflokkurin í nógv ár er komin við. Ella tað sum t.d. Sambandsflokkurin hevur kritiserað, serliga í sambandi við alla fullveldissamgonguna og teirra framrokningunum, ið vísa ella vístu, at til ber at skera av blokkinum og skapa ein sjálvberandi føroyskan búskap. Slíkar framrokningar kunnu altíð víkja frá veruleikanum og kunnu ikki sigast at verða sannleikin, men verða tó brúktar um allan heim.

Soleiðis má staðfestast, at tað sum Sambandsflokkurin hevur funnist harðliga at í næstan seks ár í andstøðu, nevniliga at eingin veruleiki er í tílíkum framrokningum, fer flokkurin til val uppá. Sigast skal tó, sum rós til Sambandsflokkin, at hetta er ein greið skattapolitisk ætlan, sum er gjørd av einum flokki í andstøðu. Júst tað eg persónliga havi sóknast eftir. Mín atfinning er, at flokkurin ikki hevur kalla ein spaka fyri ein spaka og fyri tað fyrsta havt uppskotið loyniligt og fyri tað næsta givið eina fatan av einum ?mirakulkuri?. Tað er mær óskilligt, at flokkurin hevur gjørt hetta, um endamálið ikki hevur verið eittans, nemliga populisma. Populisman er at fáa alt uppmerksemi, og fáa fólk at halda, at Flokkurin sat við einari totalloysn til tann viðbreknað føroyska búskapin, at geva eina fatan av at flokkurin sat við einari slóðbrótandi nýhugsan á økinum.

Ekstremið miðflokkurin
Tað sermerkta við Miðflokkinum er, at hann hevur megnað at verðið fataður sum ein miðflokkur, hóast hann er ytst á vonginum í ávísum økjum. Áherðsla verdur løgd á, at samkynd eru kynsvill!! Skulu hini, sum ikki eru átrúnaðarlig fanatisk, kallað miðflokkaveljaran fyri ein átrúnaðvilling?

Fremmandafatan
Hetta er eitt hjartasuff. Eg kann ikki bert sita og lata sum einki, meðan orðaskiftið á politiska leikvøllinum gerst meira og meira rasisistisk. Tað kundi verið líkt til, at trupulleikarnir við málsøkinum útlendingamál og at Føroyar ikki hava yvitikið økið, skapar ótryggleika. Men haðani og so at fara inn og tosa, sum um at vit fyrsta dagin verða yvirfloymd av, ja ikki bara flóttarfólki, men muslimskum flóttarfólki, er at taka í so dýran til.

Sjálvandi skulu vit hava skipaði viðurskifti á útlendingaøkinum. Men vit skulu eisini taka lut í altjóða samfelagnum og taka ábyrgd. T.d endar Fólkaflokkurin sína valskrá við hesum orðum:
Vit mugu skilja ímillum útlendingar í arbeiðs- og ítróttarørindum, og so teimum, sum floyma inn yvir okkara grannalond við ymsum humaniterum grundgevingum.

Føroyar kann ikki hýsa øllum heimsins flóttafólkum, og tað er ikki ætlanin hjá nøkrum. Men alheimssamfelagið hevur nakrar reglur fyri flóttar og hesar skula haldast.
Haraftrat skulu vit tryggja útlendingum rættartrygd, og hesum skal arbeiðast við.

Men at fara at tosa um ghetto-býarpartar og hvat veit eg, er at fara ov langt. Summi valevni, úr ymsum flokkum hava verið serstakliga grov í bæði útvarpi og sjónvarpi. M.a. er tað vorðin ein hálvur sannleikin, at islam og allir muslimar eru ekstremir. Eg kenni nógvar muslimar, men eg kenni eisini nógvar føroyskar politikarar og valevni, sum eru væl meira ekstrem, bæði átrúnarligari og rasistiskt, enn flestu muslimar, eg kenni.

Tað er í lagi, at vit fáa eina góða útlendingalóg, tað skula vit hava. Men viðgerðin av henni skal verða á einum sømuligum støði, og vit skula ansa eftir við ikki at gera okkum alt ov góð, tí so enda vit í leiklutinum hjá Farisearunum. Vit kunnu ikki bara læsa okkum innið, her mitt í Atlantshavi.
Men orsøkin til ófantaliga málburðin er eisini populisma, um allan heim eru fólk bangin fyri tí ókenda og tað liva populistiskir politikar av.

Serrættindi og samkynd
Miðflokkurin sigur nei til serrættindi til samkynd. Men eru tað serrættindi tey biðja um? Biðja tey ikki um, at sleppa at verða saman við partnara av egnum kyni undir skipaðum umstøðum . Kann okkara samfelag verðuliga ikki rúma tað?

Sosiala skipanin skal skipast eftir meginreglunum í Bíbliuni, ja hví skula vit uppfinna djúpa borðiskin enn einaferð, um patenloysnin uppá valferðarsamfelagið longu stendur skrivað í Bíbliuni?

Valskráin hjá Tjóðveldisflokkinum er einamest ein statusrapport, um hvat teir hava gjørt, heldur enn hvat teir ætlað, meir enn at málið er fullveldi. Og so bleytar og veikar orðingar fyri rest. Tað sama kann partvíst sigast um Javnaðarflokkin, sum tó hevur eitt undirskjal til valskránna og í stóran mun í øllum hinum flokkunum , uttan tí hjá Miðflokkinum. Sjálvstýrisflokkurin vil í longdini lækka skattin, men flokkurin tykist sera veikt skipaður, komin við andsøgnum og verið lítið ítøkiligur.

Sjálvstýrismálið
Sjálvstýrismálið hevur ikki sama ans hesuferð, tó so, at Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin gera ræðumyndir hvør av øðrum. Tjóðveldisflokkurin brúkar heiti svart samband. Sambandsflokkurin vísur á at blokkurin er skorin, hóast vælferðarøkir mangla í Føroyum, í mun til grannalond okkara.

Tjóðveldisflokkurin hevur fullveldi sum aðalmál floksins, men hann tykist verða tilreiðar at samstarva breitt, fyri at økja um sjálvstýri.

Sambandsflokkurin hevur gjørt eitt sokallað nýskipanaruppskot. Føroyar skal staðfestast sum tjóð í danska ríkinum. Felags Grundlóg, kongahús og ríkisborgararættindi, felags gjaldoyra við Danmark. Verju- og uttanríkispolitikkur skal formliga umsitast av ríkismyndugleikunum. Rættarskipanin skal í høvuðheitinum varðveitast. Øll onnur mál skullu kunna yvirtakast tá Fólkatingið ella Løgtingið tekur avgerð um tað.

Hinir flokkarnir tykjast sum teir kunnu flyta seg rættiliga langt í hesum málið, men teir hava allir hvør sín leist.

Sjálvstýrisflokkurin ynskir eina skipan við eini føroyskari grundlóg, har sjálvsavgerðarrættur Føroya skal stadfestast. Føroyar sjálvt avgerð, nær og hvørji øki verða yvirtikin og at eitt møguligt fullveldi skal avgerðast av Føroyingum eina, á fólkaatkvøðu.

Miðflokkurin ynskir eina fíggjarliga uppgerð við danir, tí flokkurin metir at vit hava fullan rætt til blokkstuðulin og kanska meira, tí danir hava vunnið meira pening uppá Føroyar, enn teir hava brúkt.
Yvirtøkulógin ónýtilig í verandi líki. Framtíðar samstarv við Danmark á jøvnum føti.

Fólkaflokkurin
Í Føroyum skulu føroyingar ráða. Valda har sum vit gjalda, siga teir. Yvirtøkulógin skal staðfestast og tá øll málsøkir eru yvirtikin, verður fólkaatkvøða um Føroyar skal verða sjálvstøðugt land.

Javnaðarflokkurin hevur eitt uppskot til tjóðskaparliga semju, sum flokkurin vónar at allir flokkarnir kunnu taka undir við. Leisturin minnir nógv um frælsan felagsskap, men er eisini ætlað sum eitt upplegg til eina sjálvstýrisgongd allir føroyingar kunna taka undir við. Flokkurin sigur eisini, at sjálvstýri skal víðkast, at føroyingar hava sjálvsavgerðarrætt og kunnu frítt velja einhvørja broyting stjórnarligu viðurskiftum okkara. Flokkurin vil hava ein sáttmála við Danmark, sum skal kunngerðast ST.

Samanhangur í sjálvstýrismálinum
Um vit hyggja nærri at flokkunum og teirra boð uppá ríkisrættarligu støðuna, sæst at teir eru rættiliga samdir á nógvum økjum. Innihaldið í yvirtøkulógini er helst, at øll økir uttan kjarnisuveriniteturin, kunnu yvirtakast. Soleiðis kann Sambandsflokkurin, sambart valskránni og nýskipanaruppskotinum, væl taka undir við fyrsta partinum av sjálvstýrisgongdini, nevniliga at yvirtaka alt uttan suverænitetskjarnan. Allir hinir flokkarnir halda at føroyingar sjálvir skula avgerða, hvørji økir skula kunna yvirtakast og um landið skal skipast ørvísi.

Tað løgna er, at allir flokkar siga seg vilja hava eina skipan sum gevur væl meira sjálvstýri, men tað ber ikki til at finna eina breiða politiska semju um hetta mál. Í tí koyriætlan, sum bleiv stungin út í kortið, við alt sum kundi yvirtakast, skuldi yvirtakast, og síðani ein fólkaatkvøða haldast, kundu allir flokkarnir, eisini Sambandsflokkurin verið við á fyrsta stigi. Teir flokkar sum ikki ynskja ríkisrættarligar broytingar, kundu so arbeitt við at, man ikki broytir ríkisrættarligu støðuna tá.

Altjóða ábyrgd
Sum sagt vilja allir flokkar uttan Sambandsflokkurin hava størri altjóða ábyrgd. Men Sambandsflokkurin sigur í valskránni, at vit skulu taka altjóða ábyrgd av felags umhvørvi. Spurningurin er, hví skula vit taka ábyrgd, um vit ikki skula hava rætt at verða við, har ábyrgdin verður definerað og har avgerðirnar verða tiknar?

Henda Tinghellan er merkt av hjartasuffum. Eg haldi, tað er umráðandi at vísa á ekstremismu og populismu beinanvegin, tí vandin er, at útsøgnirnar fyrst gerast hálvir og síðan heilir sannleikar, um eingin talar at. Her haldi eg serliga at støðið, kjakið um útlendingar er á, ikki kann góðtakast. Eins og tað ikki kann góðtakast at ein flokkur sigur seg hava eitt loyniligt kollveltandi skattavápn, sum ikki gerst betur av, at tá tað umsíðir kemur fram, er tað ikki serliga nýskapandi. Og álvaratos, latið tey samkyndu fáa javnrættindi.