Stuðulsgrunnurin hjá Kris, ið veitir ráðgeving fyri seksuelt misbrúkt, skipar fyri stuðulstiltaki á Eiði fríggjakvøldið 26. september.
Við á tiltakinum verða bæði frásøgufólk og tónleikarar, og í kvøld veit Kris at siga, at danska Ekstrablaðið hevur boðað frá, at umboð fyri blaðið eisini koma við til tiltakið.
Byrjað verður við loppumarknaði á Eiði klokkan 17, og tiltakið verður eisini skipað við kafé.
Sigvør Gregersen verður frásøgufólk, og tað verður forkvinnan í Kris, Beinta M. Pedersen, sum fer at bjóða vælkomin.
Jan Rein fer at røða um evnið ”Øll hava rætt til lívið”, sjónbandasamrøður verða við ”yvirlivarar”, og eisini fer Gvøðbjørg West, dagligur leiðari hjá Kris, at greiða frá um arbeiðið, sum felagsskapurin ger.
Á stuðulstiltakinum verður eisini tónleikur við Halli Joensen, Kristinu S. Bærendsen, Jens Marna Hansen, Evi Tausen, Ránnvá Vesturklett og Petur Edvin J. Højgaard.










