Í dag fáa danir høvi at hitta Jóannes Eidesgaard á máli. Tað er stóra danska blaðið, Ekstrabladet, sum við hvørt skipar fyri telefonpráti millum kend fólk og lesarar blaðsins.
Hetta fer fram soleiðis, at blaðið frammanundan kunngerð, hvønn lesararnir kunnu práta við og nær.
Hesaferð er tað Jóannes Eidesgaard, sum er gesturin - og millum klokkan 15 og 17 í dag kunnu fólk so ringja til Ekstrablaðið og hitta Jóannes Eidesgaard.
Ekstrablaðið ger hetta í samstarvi við Sosialin. Jóannes Eidesgaard fer at sita á redaktiónini hjá Sosialinum í blaðhúsunum á Argjum saman við einum blaðmanni frá Ekstrablaðnum, sum fer at stýra telefonprátinum.
Allar samrøðurnar verða tiknar á band, og verður so samandráttur at lesa í Ekstrablaðnum mikudagin og seinni í vikuni í Sosialinum.
Áður hava m. a. Uffe Ellemann-Jensen úr Vinstraflokkinum og Holger K. Nielsen úr SF verið í hesum práti.
Jóannes Eidesgaard sigar, at hann hevur játtað at vera við, tí hetta er eitt frálíkt høvi at kunna greiða vanliga dananum frá føroyskum viðurskiftum.









