Ekstrablaðið vitjaði Sosialin

Um vikuskiftið hevði Sos­i­al­­­ur­­in vitjan av leiðsluni á danska Ekstrabladet.

Poul Madsen er á­byrgd­ar­blað­stjóri á Ekstrablaðnum, og undir vitjanini á Sos­i­al­i­num varð tosað um journ­a­li­stikk - við ser­lig­um denti á blað­fram­leiðslu í mun til skjótu miðl­ar­nar. Umframt at skriva Sosialin, so røkja blað­fólk­ini í Miðla­hús­i­num eis­ini tíð­ind­ini á Rás2 og á Port­al­i­lnum, sum er nógv mest vitj­aða heima­síða í Før­oyum.
Ekstr­a­­blað­­ið hevur eis­ini mest vitjaða heim­­a­síðuna í Dan­mark, www.eb.dk, og hó­ast tey onga út­varps­støð hava, so gera tey nógv bur­t­­ur úr sjón­varpi á net­i­num, og tann part­­u­r­­in varð sum vera man eis­ini nógv umrøddur.