Ekstrablaðið gevst við lesaraviðmerkingum

Lesarar hjá Ekstrablaðnum sleppa ikki longur at gera viðmerkingar til greinir í sonevndu Nationen!

– Gongdin við viðmerkingum er blivin óhóskandi, og eg haldi tað vera ábyrgdarleyst av okkum, um vit ikki taka avleiðingina av tí.

Tað sigur ábyrgdarblaðstjórin á Ekstrablaðnum, Pernille Holbøll, nú blaðið hevur gjørt av at taka møguleikan fyri at viðmerkja undir greinunum burtur.

Tað er sonevnda Nationen!, har lesarar hjá Ekstrablaðnum í nógv ár hava kunnað viðmerkt greinir á heimasíðuni hjá miðlinum. Talan er um kanska størsta danska kjakforum á netinum, og ofta komu meir enn 10.000 nýggjar viðmerkingar um dagin, skrivar Ekstrablaðið um sítt egna kjakforum.

Men nú verður proppur settur í.

– Tað snýr seg bæði um sexismu, rasismu, sjikanu og nógv annað, og tað er blivið til fullkomiliga svakligar og ógrundaðar viðmerkingar uttan nakran sum helst substans ella relevans. Og tað kunnu vit als ikki góðtaka, sigur Pernille Holbøll við heimasíðuna hjá Ekstrablaðnum.

Hon vísir á eina kanning, sum danska TV2 gjørdi í ár, og sum vísir, at 68 prosent av dønum halda seg frá at taka lut í almenna kjakinum júst orsakað av ljótum viðmerkingum og haturskendum boðum. Og hon heldur eisini, at kjaksiðurin á netinum er nógv versnaður seinastu árini.

– Ja, tað haldi eg. 100 prosent. Eg veit ikki, um fólk tosaðu so ljótt við hvørt annað fyrr, men tað kann í øllum førum ikki góðtakast í dag. Skuldu vit havt stongt tað fyrr? Ja, tað skuldu vit, og tí geri eg tað nú. Hetta er tann rætta avgerðin, sigur Pernille Holbøll.