Klokkan var ikki meira enn farin av seks mikukvøldið, tá ið danska Ekstrablaðið visti at siga, at Georgia hevði vunnið landsdystin ímóti Føroyum.
Hóast 45 minuttir vóru eftir at spæla, vildi danska blaðið vera við, at Georgia hevði vunnið dystin 2-0 við málum av David Siradze og Alexander Iashvili.
Nakað fyri leiklok er støðan 2-1 til Georgia, eftir at Rógvi Jacobsen hevur minkað um munin.