Undir heitinum ”Fótbóltskreppan er av” boðar Danska Ekstrablaðið frá, at teir fara at vísa føroyskan fótbólt í næstum. Byrjað verður við dystinum millum NSÍ og TB leygardagin.
- Mong hava saknað fótbólt, við hesi avtaluni fáa vit at vita hvussu nógv tey sakna beinleiðis fótbólt. Tað er langtsíðani, at vit hava kunnu givið okkara PLUS-kundum nakað av fótbólti, so avtalan um føroyskan fótbólt kemur á eitt trut stað. Vónandi fáa vit eisini nýggjar kundar, sigur Allan Olsen, ítróttarredaktør á Ekstrablaðnum.
Fyrsti dysturin verður millum NSÍ og TB. Tað verður við donskum frásøgufólki. Ekstrablaðið leggur upp til, at hetta er dysturin millum Klæmint A. Olsen, hvørs søga um klumpfótin hevur bergtikið tey flestu, og teir fýra danskarnar í TB, Frederik Mehder, Mads Raben, Rasmus Møller og Sebastian Kroner.
Ekstrablaðið fer at vísa ein dyst fyri hvørt umfar í 2020.