Tomislav, sum í fleiri ár virkaði sum venjari í Føroyum, kennir hampuliga nógv til landsmannin, Luka Kostic.
Báðir spældu teir fótbólt í Íslandi um somu tíð, og sum U-landsliðsvenjari hjá Jugoslavia hevur Tomislav eisini hvat høvið at tosað við Luka Kostic, meðan hesin var íslendskur U-landsliðsvenjari.
- Hann er ein dugnaligur venjari, sum samstundis setir sær høg mál. Ja, eg vil næstan kalla hann fyri ekstremt ambitiøsan. Tað ger eisini, at hann onkra tíð hevur øst seg heldur nógv á síðulinjuni, men tað nýtist nú ikki at vera ein keðiligur eginleiki hjá einum venjara, sigur Tomislav Sivic um Luka Kostic.
Starvsnevndin hjá FSF fer á fundi klokkan 17 í dag at taka støðu til, hvør av seinastu trimum kandidatunum verður tann, sum skal kallast inn til samráðingarborðið.