Eksploderaðir dreymar um marglæti

- Materielt sirkus er við at draga mong út av eggini, sigur kendi danski sjónvarpslæknin, Peter Qvortrup Geisling.

Kendi sjónvarpslæknin, Peter Qvortrup Geisling, sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at fólk gerast strongd, og ein týðandi orsøk er, at ferðin í samfelagnum alla tíðina økist.

 

Læknin vísir á, at á nógvum arbeiðsplássum verður snakkað um tvey prosent effektivisering um árið, og tá vit síggja hetta yvir 35 ár, verður talan um eina tvífalding av ferðini.

 

- So, um tú byrjaði at arbeiða í 1977, krevst hvønn einasta arbeiðsdag tvífalt so nógv av tínum heila í dag sum í 1977, samstundis sum tú ert vorðin 35 ár eldri. Vit klára einfalt ikki at fylgja við.

 

Samstundis, sum hetta er støðan, brúka fólk ein stóran part av tíðini, tey eru vakin, at fáa ráð til alt tað, tey ynskja sær – og tey gerast vónbrotin, tá hetta ikki eydnast.

 

- Okkara væntanir til marglæti eru eksploderaðar, og tað er ein ógvuslig jagstran eftir tí fullkomna lívinum, sigur Peter Qvortrup Geisling.

 

Hann vísir á, at um børn í dag vitja ommur og abbar, og tey gomlu ikki í minsta lagi hava flatskíggja, er líka við, at børnini mugu fáa kreppuhjálp aftaná.

 

- Alt tað materiella hevur tikið yvirhond, og vit gerast ikki glað av hesum. Vit liva í einari tíð, har mong føla, at tey eru lopin upp á eina karrusel, sum tey ikki ordiliga sleppa av aftur.

 

Sambært Peter Qvortrup Geisling hava fólk trupult við at finna inn til sín sjálvs aftur, men tað er júst hetta, sum skal til.

 

Læknin heldur, at neyðugt er við eini ”innari ferð”, sum hann tekur til, og hann heldur, tað er henda leið, mong noyðast at fara, um tey skulu loysa seg úr einum lívi við ævigari strongd.

 

- Hetta er ein ferð, har vit skrúva niður fyri okkara væntanum til lívið – ikki minst fyri tí materiella sirkus, sum er við at draga mong út av eggini.

 

Læknin heldur, at tað, sum er avgerandi, er, at fólk aftur byrja at droyma – væl at merkja ikki um sjónvarpsskíggjar, sum eru størri enn tann hjá grannanum – men um meira tíð saman við sínum børnum ella ommu-og abbabørnum.

 

- Tað er umráðandi at finna okkurt, sum dregur teg úr dagliga resinum og sum gevur tær eina aðra uppliving og meining. Tað er týdningarmikið, at lívið ikki verður ein maskina, sum bara koyrir avstað, sigur Peter Qvortrup Geisling.